søndag den 10. juli 2011

Aftur í 40'ini

Undir seinna veraldarbardaga var eg ikki í Klaksvík tað ringastu bomitíðina 1942 og1943. Ì 1944 komu vit aftur til Klaksvíkar.  Tá høvdu vit við sama lag vitjan av tískum flúgvarum av og á. Tað einu ferðina varð eg mitt í eldinum. Tað var einastu ferð eg var rattiliga bangin. Eg var staddur niðri í fjøruni millum bedingina og Kósina. Har sá ikki soleiðis út sum nú. À Kósini lógu tveir armerðair trolara,tað vóru trolara sum høvdu kanón framman og við síðuna á styrhúsinum á baðum siðum,høvdu teir nakað,hvat tað kallaist veit eg ikki, tað var eitt lítið torn,og í torninum vóru fleiri smáar kanónir eini 6 ella 8 tær peikaðu allar sama veg. Meðan eg gangi har niðri í fjøruni hoyri eg ein flúgvara hyggi upp, har  var einki at síggja, men inn eftir Pollinum kemur ein flúgvari, hann var so lágt at eg sá hann undir luftbrúgvunum sum tá vóru á kósini. Flúgvarin hevði beina kós móti teimum armerðaðu trolarunum og mær, sum gekk har niðri í fjøruni, at renna undan nittaði lítið. Tá ið flúgvarin nærðkaist trolarunum fór hann at skjóta,tað sama gjørdu trolarnir. Flúgvarin var so lágt at hann mátti taka seg upp, fyri at verða leysur av luftbrúgvunum á Kósini og mastrunum á trolarunum, skoti var øðuligt. Tá ið flúgvarin narðkaðist har sum eg var sá eg hvussu kúlirnar spruttaðu í sjógnum og skramblaði millum smágróti í fjøruni umleið 10 meter frá mær. Kanónir vóru baði á Gørum og á Selheyggi men flúgvarin fór so lágt heim eftir vágni at teir kundu ikki skjóta fyrr hann var komin niðan á Borðoyavík,so tað hendi ikki tað stóra.
 Hetta hevði so stóra ávirkan á meg at teir nastu dagarnar vantaði eg at flúgvari fóru at koma undan hvørjum húsahjørni 

1 kommentar:

  1. Vauv!! Hóast henda søgan kanska ikki er tann ógvusligasta, so fært tú lesaran (í øllum førum meg) at liva seg fullkomiliga í hasa verðina! Ómetaliga áhugavert.

    SvarSlet