mandag den 16. april 2012

Ezekiel


Ezekiel 1. Kap.

v4 Og eg leit meg um, og sí, harðveður kom norðaneftir og mikið skýggj sveipað í ljóma og glampandi eldi, og mitt í hesum var tað eins og geislandi málmur. v5 Í miðjum eldinum vóru eins og myndir av fýra verum; og eftir útsjónd teirra vóru tær í mannalíki.

Var hetta eitt UFO og rúmdarverðir sum Ezekiel sá.

tirsdag den 17. januar 2012

Todd Bentley and the pillar of fire

Tað er ikki altið latt at trúgva tí ið sjónvarpsevagelistanir prædika.. Eru teir fongdir við rangfatan, ella hava teir bara so lívligan fantasið. Sum her ið evangelisturin Todd Bently í besta UFO stíli verður tikin upp í eitt rúmdarfar og lagdur undir skurð og fyltur við tilfari, sum gerð hann betur føran at prædika. Gud hevði ikki stundir at geva Todd tað tíð, sum tað tók at gera Móses til profet,tað skuldi henda her og nú. Hjá Todd kemur rúmdarskipið sum er ein kirkjusalur frá himli og rúmdarverðunar eru einglar.

Eg sigi, sum Gabbi tá ið hann sat í posanum
"her er vakurt her er deiligt sum í himmeríki, posan ella paradís
eg veit ikki hvat eg hevði tikið"




lørdag den 7. januar 2012

Skúladepulin Við Marknagil


Tað verður tosa nógv um skúlan við Marknagil. Nær hann skal verða liðugur? hvat hann kemur at kosta? og hvønn tídning hann kemur at hava fyri okkara miðnámsskúlanamingar?. Hvat við tí estetiska partinum av skúladeplinum. Vakurleika sum vit uppliva gjøgnum okkara sansir og følilsir. Hetta er avgerandi fyri um vit føla umhvørvi lokkandi og trivnaðarligt.....Hvussi skúlin skal verða innrættaður til tar funktiónir hann skal lúka vita arkitektar við langari útbúgving betur enn vit vanligu fólk á gøtuni. Hvussi skúladepilin ávirkar okkara estetiska sans kunnu frøðingar ikki avgerða. Hvat halda vit um skúlan.----Halda vit hann verða vakran ?-----Halda vit hann verða minni vakran ?------Ella halda vit skúlan verða ljótan ? .....og hvussi vanta vit,at skúlin kemur at ávirka umhvørvi, har hann kemur at standa ?