tirsdag den 28. december 2010

Teir stóru tangarnir av Kópagørum

Ì millum bygdina á Oyruni og Fossa, er eitt stað sum nevnist Kópagarar, har var ein hvalastøð fyrst í 19 hundra talinum. Sum 7 ára gamal kundi eg ofta verða heilar dagar har norðuri og hyggja at loyvdunum, sum enn vóru at síggja. Restirnar av einari trað-atløgubrúgv var har, og ein í mínari verð gigantiskur skorsteinur lag har, har vóru eisini fundamentir til spøl og maskinur, ja har vóru eisini grundir til hús. Abbi mín hevði arbeit har norðuri í sínari tíð, og hann segði mær ofta frá, hvussi lívið og arbeiði gekk fyri seg har á staðnum. Frasagnirnar frá abba skundaði undir mín fantasið, so eg kundi nastan síggja arbeismennirnar ganga har, millum hvalir, tunnur, spøl hús og tangar. Har lógu eisini 2 tangar sum søgan nú kemur at snúgva seg um, Tangarnir vísti seg fyri mær at verða øðuliga stórir.
Nú var tað soleiðis at fyrstu ferð bomba var í Klaksvík var kajin rakt, hon fór tvørtur av og sluppin Fugloy, sum lag har sakk. Hon hevði ligi eina tíð á botni og nú skuldi hon takast upp aftur, til tað endamáli skuldu teir stóru tangarnir av Kópagørum brúkast. So ein dagin kemuu bátur úr Klaksvík, ”Viglant” kallaður. Tað var ein hálvstórir norskur útrógvabátur, ein sum rímdi úr Noreg undan Týskinum. Hann er komin eftir teim stóru tangunum. Fyri mær vóru tangarnir so stórir at eg helt tað verða ógjørligt at flyta teir, so eg mátti verða á staðnum og síggja hvussi hetta fó at ganga. So eg av húsum og til gongu norð á Kópagarðar. Tað hevði veri gott kavaveður í fleiri dagar, men hendan dagin var fari at lota lágt og blot var kmomi í kavan. Menn komu í land frá Viglant at tetta tangarnar, so sum manhol og aðrar gløgnumføringar, tangarnir máttu verða tattir, tí teir skuldu sleipast til Klaksvíkar, hetta vísti seg fyri mær at taka langa tíð, og ikki kundi eg fara heim aðren tangarnir vóru komnir á sjógv. Eg minnist væl hvussi ógvuliga kaldur eg var um føturnar, Endaliga vóru tangarnir komnir á sjógv og Viglant fór spakulig sleipandi við teimum norð eftir Sundinum.
Nú var blivi mirkt og veðrið var blivi meir ruskut. Hetta bleiv tó hildi at verða ein lítil fyrimunir; tí í dagslýsi og góðveðrið kundi týskir flúgvara sum ofta vóru at síggja ivir oyggjunum, gerða Viglant við teim stóru tangunum til bombumál. So visti eg ikki meir um Viglant og tangarnar á hesum sinni.
Eg kom so til hús vátur svangur og ógvuliga kaldur.

Her kemur so annar partur av søguni. Tað bar soleiðis til at eg í mínum vaksna lívið, kom at verða nógv saman á skipið við Gullak Hansen Gulak hjá Kristian Magnus. Un borð á skipið verður nógv fortalt og tosa, og einaferð eg segði Gullak frá Viglant og teimum stóru tangunum á Kópagørum,sigur hann (Gullak) at hann var við Viglant tann túrin á Kópagørum eftir tangunum,
Nú lá væl fyri hjá mær at fáa seinna part av søguni um tangarnar, hon er ikki minni áhugaverd. Gullak sigur frá: Tað var myrkt og væl av vindi og tað regnaði illa. Norð eftir Sundinum gekk væl, men Haralsundsfiógvin var ikki lattur at navigera, nú var vindur og regn ímóti, so ein fekk ikki eyguni upp. Radari var eingin og heldur ikki ekkolod; báturin var heldur ikki góður at styra við teim stóru tangunum. So endin var at teir sigldu á land sunnan fyri Skarð.
Báturin við tangunum kom at standa pura fastur teir kundu ikki sleppa út aftur og heldur ikki koma í land. Jóan Jakup av Viðareiði var skipari og Jakup Mouris Olsen var ein av manningini, hann helt seg til at svimja í land, og renna til Haralsund eftir hjálp, hann so gjørdi og fór at svimja móti landi. Jóan Jakup av Viðareiði stóð frammi á bógnum, helt aðra hondina upp fyri eyguni sum verju móti regni og vindi, lítir inn móti landi og sær bert nakkan á Jakup Mouris og segði tá tey háfloygdu orðini ”Ja góði enn svimur hann ”
Jakup Mouris svam í land, klintraði upp á bakkan og rann heim til Haralsund í kola myrkri. Hetta var eitt satt bragd. Haraldssundsmenn vóru skjótir, komu norð við útrógvabátinum Brimnes, fingu Viglant og tangarnar leysar frá landi, og nú fór Brimnes at sleipa annan tangan so tað bleiv lattari at stýra, men nú var tangin sum Brimnes sleipaði farin at leka, og tá ið teir komu suður í trongan sakk tangin. Har var einki at geråa, teir sleptu endanum, tí annars kundi tangin drigi Brimnes niður við. Eftir togvi stríð kom annar tangin til Klaksvíkar. Fugloyggin bleiv tikin upp, bleiv umvald og modernisera, og sigldi nógv ár eftir hetta