mandag den 20. december 2010

Liggjandi gestir í Fossá

Tá ið eg nú las innleggið á fb , hjá Hans Arna havi eg hug at siga frá, tá  eg og alt fólki á Oyruni gisti norðuri í Fossa.
Undir krígnum vóru fólk eisini bangin fyri minum. Tað fóru fleiri minur gjøgnum Sundi. Eg minnist Mammu siga frá, hon stóð við køksvindeyga og sá eina minu koma gjøgnum Sundi, hendan minan var óvanliga nær landi og ikki var langt frá har, sum vit búgu og oman á sjógv. Har var eisini ein oyra út á Sundi, sum var undir á flóð,hon vantaði heilt vist at minan fór at taka í botn og bresta, men minan tók ikki botn og fór norð gjøgnum Sundi. Hetta gjørdi at mamma fekk skrekk fyri minum.
 Veðrið var ofta ringt tey fyrru kríksárini . Ein dagin tað var av ringasta veðrið og allir menninir í bygdini stríddist at surra bátar, neyst og hjállar fyri teir ikki skuldu fara í luftina. tá komu boð í øll húsini, at 5 minur ja fimm minur vóru at síggja sunnan fyri Sundi, og tann heimasta var út fyri Hógabakka, Eg hevði ikki skil fyri at vera bangin, men mamma var ógvuliga bangin og nú fór eisini at skýma. Vit brutu okkum út í stormin, regni og mirkri og hildu 
leiðina norð til Fossa á leið 2 km at ganga. Tá ið vit hugsa um ódnarveðrið og at vit sistkini vóru smábørn Karin var 10 ár eg var 7 og Malan hevði tkki filt 4ár, mátti hetta verða ein torfør ferð.
Tey norðastu húsini á Oyruni var hjá Kaŕl og Ingeborg so har var langt sum ongi hús vóru. einasta ljós vit høvdu var ein flagermús og hon mátti ikki sløkna, og tá ringast stoð til endaði hon undir skjúrtinum hjá mammu,tað einu løtuna tá ið stormurin var upp á tað harasta, sótu vit í einum gili og bíðaðu til tað bleiv eitt sindur betri. Eftir tógvi stríð komu vit so norð til Fossa, har var longu nógv fólk.  Ì niðara enda á húsinum var stova, har vóru øll smábørnini á Oyruni samla. Stovan var ikki stór so tit kunnu atla at børnini lógu tøtt  Tað bleiv lítið sovi tað náttina.I roykstovuni segði Sàmal Christiansen vanliga kallaður Hammer frá søgum, tað dugdi hann væl.
 Vit fóru heim aftur dagin eftir , hvat minurnar blivu av veit eg ikki.