fredag den 17. december 2010

Kvinnan við visdóminum


Undir seinna veraldagarbardaga á heysti 1941 bleiv fyrstu ferð bomba i Klaksvík, eg var 6 ár gamal og var farin í skúla í august. Fólk rímdi nógv úr Klaksvík, vit fóru norður á Oyruna, tað bleiv bygdin ”Nordepil” kalla tá ið tíðini. Abbi atti eini rímuliga góð hús har sum stóðu tóm hann búði hjá einum mammubeiggja mínum, so har var lag á manni hjá okkum at búgva. Eg gekk so í skúla 2 ár har norðuri. ”Universiteti” sum onkur hevur nevnt tann skúlan. Mamma sum var uppvaksin har norðuri kendi alt fólkið og var ofta á gott og vitjaði, stundum var eg við henni. Her er tað sum eg vil siga frá. Eitt
fyribrigdi sum gandir var ikki útdeygur tá, veit ikki um hann er tað enn, so tað vóru kvinnur ja serliga kvinnur sum skuldi duga meir enn at mata seg. Eg minnist eina sum tosaði nógv um gand hon kallaði tað vísdóm. Hon segði frá at tað hevði veri nógvur vísdómur har í húsinum, men ein har í grannalagnum hevði stjoli vísdómin og ikki bar til at verja seg fyri honum, hann dugdi eisini nakað. At lasa hjalpti ikki, tí hann kundi koma inn gjøgnum sprekkur í vegginum. Orðini og tað serliga tónalag hon brúkti stendur so klárt fyri mær sum kundi tað veri í dag .
Tað eru nú 70 ár siðan eg upplivdi hetta sum eg her havi sagt frá. Tað var tað gamla ------ so kemur tað nýggja. Eg lurti ofta eftir kristuligum sendingum í radio, har brúka kvinnunar ofta orð og tónalag sum gerð at eg føli sum um eg hoyri kvinnuna við vísdóminum sum eg var í stovu saman við fyri 70 árum síðan so líkar eru tær í orð og tónalag
Tað má so verða nærliggjandi at hugsa at tað má verða sami andin sum kemur ivir tær karismatisku og so kvinnuna sum hevði trúgv á sín visdóm