onsdag den 2. februar 2011

Smiðan

Sum smádrongur var eg ofta niðri á bedingini, vit búðu bert eitt hanagleiv harfrá. Har niðri var tað  grovsmiðjan, sum hugtók meg mest.  Ì grovsmiðjuni formaðu smiðirnir tað ráða jarni til tann lut sum skuldi brúkast. Eg minnist Argja Magnus og Suroyar Johann, nøvnini ljóða ikki serliga Klaksvíkst, men eg haldi teir vóru baðir blivnir Klaksvíkingar við stóra K. Hesir baðir (Magnus og Jóhann) vóru nógv í grovsmiðjuni og teir vóru altíð blíðir við smádreingir, sum komu at hyggja. Eg var ógvuliga hutikin av, hvussi teir tóku tað gløðandi jarni úr tí opna eldinum (kalla essa) og smíðaðu tað á anboltinum við størri og smarri sleggjum til tey mest vøkru brúksting. Nú á døgum er tað minni sum verður smíða í eldi, men heilt vekk er tað ikki.