fredag den 1. juli 2011

Skriget


Nú á døgum koma fólk ofta í krisu, tí virini í tí sosialu heimsmyndini eru vekk,identiteturin er ikki longur ein konstantur,men nakað sum kann broytast,millum annað við at fara í terapi. Mangir terapiháttir vilja broyta baði atferð og hugbur. Háttirnir eru mangir: Scienttologi við dianitik, NLP, Feedback, meditation og visualisering eru nakrir í røðini. Hesir terapiðir ávirka baði krop og sál sum koma í kosmiskan balansa (holismu)
Kunnu vit skilja millum terapi og religión? Religión gevur samleika og avgerð fatanina av verðuleikanum.
Tey sum søkja terapi eru í krisu. Tann terapeutiska viðgerin kann hjálpa til størri sjálvsálit,sjálvsviri og vinna á krisuni. Terapi er meir enn teknikkur,tað er eisini eitt møti millum eitt menniskja í krisu og ein karismatiskan terapeut.
Tá ið sálarrøktin eisini er eitt líknandi møti kann munurin á terapi og religión  verða nakað flótandi.
Terapiháttirnir baði kropsligir og kognitivir hava troka seg inn á plássi hjá religión og sálarrøkt. Marki millum hesi baði og so terapi er nastan vekk.
Teir nyggju terapiháttirnir vilja ofta formidla eina religiøsa hugsan eina holistiska fatan av Alheiminum

Inspirera av søknarpresti Johannes Sanggaard

Nirvana

  • Fyrr tá droymdi eg at eg var ein summarfuglur. Eg fley glaður rundt tonkti ikki nakað anna enn at verða ein summarfuglur



                                          Nú føli eg djúpa tøgn innan í mær
                                          Eg sveimi rundt í rúminum einki minni
                                          Tann gudagivna sálin hevur vunni
                                          Sveimi rundt í einkisleika
                                          Eg sansi ikki longur sorg ella gleði
                                          Lívsins tungu byrar tyngja meg ikki 
                                          Eg føli ikki hatur ella kærleika
                                          Føli bara innan í mær eydnuríkan frið