torsdag den 17. februar 2011

Øsing


Man tað ikki verða ein psykologisk mekanisma, sum gerð at tá ið fleiri fólk hava somu uppfatan av tilverðuni, meir sannheit halda tey tað verða.
 At limirnir í einum hópi kunnu eggja og øsa hvønnannan, so at tey koma á teir mest irratiunalu tankar og heilt út av balansa. Tað  hendir ofta. Ein flokkur vil altíð verða meir enn summin av limunum


mandag den 14. februar 2011

Israel and New Breed with Hillsong - Say So

"

"SAY SO" Her eru nógvar endurtøkur. Eri ikki stinnur í enskum; men hvør er tað tey lovsingja? Lovsangurin er kanska mest fyri at koma í ekstatiska tilverðu? Tað er hann í øllum førum góður til.

onsdag den 2. februar 2011

Smiðan

Sum smádrongur var eg ofta niðri á bedingini, vit búðu bert eitt hanagleiv harfrá. Har niðri var tað  grovsmiðjan, sum hugtók meg mest.  Ì grovsmiðjuni formaðu smiðirnir tað ráða jarni til tann lut sum skuldi brúkast. Eg minnist Argja Magnus og Suroyar Johann, nøvnini ljóða ikki serliga Klaksvíkst, men eg haldi teir vóru baðir blivnir Klaksvíkingar við stóra K. Hesir baðir (Magnus og Jóhann) vóru nógv í grovsmiðjuni og teir vóru altíð blíðir við smádreingir, sum komu at hyggja. Eg var ógvuliga hutikin av, hvussi teir tóku tað gløðandi jarni úr tí opna eldinum (kalla essa) og smíðaðu tað á anboltinum við størri og smarri sleggjum til tey mest vøkru brúksting. Nú á døgum er tað minni sum verður smíða í eldi, men heilt vekk er tað ikki.