torsdag den 23. december 2010
Brim
Eg gekk í skúla í 2 ár
norðuri á Oyruni; skúlin stendur við síðuna av kirkjugarinum og
oman fyri Flatastein. Frá Flatasteini og suður móti Hógabakka
kann verða væl av brimi, alt eftir veðurlagnum Eg var hutikin av
briminum, var ofta niðri í fjøruni í fríkorterunum,
og hugdi eftir hvussu
langt aldurnar kundu koma niðan og hvussi tær so drógu oman aftur.
Tá var tað so eg fór at stuttleika mær við at renna undan brimi,
vita hvussi langt eg kundi koma oman, tá ið tað dróg út, fyri so
at renna undan tá ið aldurnar komu niðan aftur. Eg bleiv ofta
vátur um føturnar; so hendi tað eisini, at eg kundi blíva vátur
meira enn um bara føturnar, og eg helt tað verða stuttligt. At
koma aftur í skúlastovuna var ikki so stuttligt og tá helt
lararindan sum var Anna Djúrhus tað var best at eg fór heim at
skifta klaðir
Abonner på:
Opslag (Atom)