torsdag den 23. december 2010

Brim


Eg gekk í skúla í 2 ár norðuri á Oyruni; skúlin stendur við síðuna av kirkjugarinum og oman fyri Flatastein. Frá Flatasteini og suður móti Hógabakka kann verða væl av brimi, alt eftir veðurlagnum Eg var hutikin av briminum, var ofta niðri í fjøruni í fríkorterunum,
og hugdi eftir hvussu langt aldurnar kundu koma niðan og hvussi tær so drógu oman aftur. Tá var tað so eg fór at stuttleika mær við at renna undan brimi, vita hvussi langt eg kundi koma oman, tá ið tað dróg út, fyri so at renna undan tá ið aldurnar komu niðan aftur. Eg bleiv ofta vátur um føturnar; so hendi tað eisini, at eg kundi blíva vátur meira enn um bara føturnar, og eg helt tað verða stuttligt. At koma aftur í skúlastovuna var ikki so stuttligt og tá helt lararindan sum var Anna Djúrhus tað var best at eg fór heim at skifta klaðir

Ingen kommentarer:

Send en kommentar