onsdag den 26. januar 2011

Ànilsi


Ànilsi er ein  óskiljandi varhugi, um nakað sum er hent, ella fer at henda. Tað óskiljandi er at ánilsi ikki er umhugsa; men kemur sum eitt innskot í bevidstheitina .   (Føroyska orðabókin á netinum sigur at ánilsi merkir veikt lýsi)  eg meini at tað merkir nakað meir.  Hvørji eru so tey, sum hava hesi evnir. Ì bókini útrógur í Klaksvík 1845 til 1945 skrivar Robert Joensen um útrogvaformenn, sum vistu meir um veðrið enn nakar kundi droymt um. Teir hoyrdu ikki veðurforsagnir men eygleiddu natúrina og so var tað anilsi, sum kundi siga teimum tá ið vandi var á ferð. Sum stórur smádrongur var eg nógv á brúgvunum har sum útrógvabátar og menn hildu til; hesir menn tosaðu ofta um anilsi. Kanska ánilsi var serlig millum útrógvaformenn. Seinni kom eg saman við fólki sum høvdu ánilsi. Tað var sjálvsamt, sum tey vóru før fyri at taka røttu avgerðir á røttum stað.
Ikki fyri at undirmeta skúlar og tað larda fólki; men ofta tá ið serfrøðingar koma við revulitionerandi nýggjum, kan onkur av tí javana arbeiðsfólkinum á gólvinum hava havt anilsi um hetta sama í fleiri ár.   

mandag den 24. januar 2011

Aldurnar

Aldurnar fara rullandi eftir havinum, einaferð koma tær so móti landi. Tá var tað ein lítil alda, sum fór at gráta.
Ein stór alda har í nærheitini spurgdi hana hví hon græt; jú segði hon,vit síggja  brimi upp á landi og vit fara nú  at sorlast har inni. Grát ikki lítla mín,vit eru ikki bara aldur, vit eru alt havið.              

Hvat siga vit til tað ?

upprunan til aldurnar  havi eg lant.                                                                 

onsdag den 19. januar 2011

Dj Tiesto - Trance sensation

At lurta eftir tilvitanarvíðkandi tónleiki er blivin ein lidenskapur. Set sjónvarpið á "GOD chanel". Serliga seinnapartin av náttini. Tú hoyrir suggiserandt tónleik, sær hvussu fólkini hoppa og dansa, veipa yvir høvdi við ørmunum, vrýggja við kroppinum og ganga og slenka aftur og fram millum stólarnar. Visualisera teg inn í tað sum hendir, og tú blívur berúsaður ella kemur í trance. Er ein sensetivur, kan ein sveimi á ljósareyðum skýggjum. Læra evangelistana kemur ikki til hugs í ekstasuni. Sansi bara ljóði og suggesiónina. ------------ Hetta var tilvitanarviðkandi lovsangur á høgum støði.

fredag den 14. januar 2011

Hon skuldi heim at vitja

Tað hevur ikki altíð verði so latt at ferast millum bygdir, sum tað er nú. Ì 1950árunum var tað Imanuel,sum sigldi til bygdirnar eystan fyri Múlan.Eg minnist serliga tað einu fer Jórun skuldi út til Hattarvík. Vit vóru tá komin at kennast og eg fylgdi henni á brúgvina hjá Olaf, tað var tíðliga so tað var myrkt. Hon kom umborð og tey fóru avstað



Silgt var norð gjøgnum Haralsund, lagt var at í Haralsundi, síðan norð fyri múlan. Fyri Múlanum rullaði nastan altíð; við Múla bygd bleiv róg í land, so yvir undir Leiti har bleiv lagt at.  Silgt var suður gjøgnum Sundi,lagt var at baði á Oyruni og Hvannasundi. Síðan gekk leiðin út til Svínoy, har bleiv lagt at við Eiði.


Nú var bara Fugloyggin eftir. Tað rullaði illa um Fugloyarfjørð, so tað bleiv nakað av sjóverki. Komu so út undir Fugloynna, men har var so nógv brim, at ikki var hugsandi um at koma í land. Nú var sind í Jórun.

 So var bara eitt at gerða og tað var at fara aftur ti Klaksvíkar. Imanuel kom aftur á Klaksvík  klokkan 07 um kvøldi; tá var aftur vori myrkt.Stakkals Jórun hon hevði siti umborð í 12 tímar, var, vát, køld og svong


  Kundi ikki lata verða at rísla nakrar myndir av Imanuel.

søndag den 9. januar 2011

Minnisglimt

Surfaði á netinum og kom fram á hesa myndina, sum gav minninum hjá mær eitt skump. Millum hesar menn umborð á Stellu Mariu (Stelluni) havi eg míni allar fyrstu minnir.
Pápi mín var skipari á Stelluni øll 1930 árini tá ið hon var heimahoyrandi í Klaksvík, eg eri frá nov. 34. Tey fyrstu minnini tá ið eg var umborð við pápa eru bert í glimtum.
Jóhannes hjá Luciu sum hevði siglt nógv úti við teim stóru seglskipunum var maðurin sum legði klaksvíksingum lag á hvussi teir skuldu brúka rigning og segl á teim stóru skonnartunum við trimum mastrum. Eg meini eisini hann var maðurin sum førdi Stelluna upp frá Frankaríki.
Tá ið vit koma til mína tíð við pápa umborð Stelluni, var Jóhannes havnafúti, einaferð eg var við pápa inni á havnakontórinum, vísti Jóhannes okkum brummurnar (arrestina),sum var í sama húsi, tá fekk eg stóra respekt fyri Jóhannes, eg helt hann tó verða ein hugnaligan mann. Nú kemur tað glimti sum setti minni í gongd. Ein dagin eg var umborð á Stelluni og gjørdi nakað sum eg ikki skuldi gerða; siga menninir mær frá Jóhannes sum kemur oman eftir kajuni. Eg kom beinan vegin at hugsa um brummuna og hvussu Jóhannes plaga at rasla við liklunum í lummanum; hvat var nú at gerða? jú ein tunna við ongum loki lá har a dekkinum, eg skundaði mær og kreyp inn í tunnuna og lá har og krogvaði meg; hvussi leingi veit eg ikki ; tí nú strekti minnisglimti ikki meira.  

torsdag den 6. januar 2011

Plakatin hja FBI agentinum "Fox Mulder"


Hava vit í dag onnur prógv uppá kontakt við rúmverður, enn trúgvin á at tær finnast?

 Andalig fólk, sum vísa seg at verða heilt normal; kunnu tó hava tær mest irrationalu fatanir av tilverðuni
Rangfatan, suggetión, meditatión, ekstase, transe og hypitinose, hava stóra ávirkan á fólk,------- "Enn eru vit ikki komin nærri verðuleikanum enn Fox Mulder"