søndag den 9. januar 2011

Minnisglimt

Surfaði á netinum og kom fram á hesa myndina, sum gav minninum hjá mær eitt skump. Millum hesar menn umborð á Stellu Mariu (Stelluni) havi eg míni allar fyrstu minnir.
Pápi mín var skipari á Stelluni øll 1930 árini tá ið hon var heimahoyrandi í Klaksvík, eg eri frá nov. 34. Tey fyrstu minnini tá ið eg var umborð við pápa eru bert í glimtum.
Jóhannes hjá Luciu sum hevði siglt nógv úti við teim stóru seglskipunum var maðurin sum legði klaksvíksingum lag á hvussi teir skuldu brúka rigning og segl á teim stóru skonnartunum við trimum mastrum. Eg meini eisini hann var maðurin sum førdi Stelluna upp frá Frankaríki.
Tá ið vit koma til mína tíð við pápa umborð Stelluni, var Jóhannes havnafúti, einaferð eg var við pápa inni á havnakontórinum, vísti Jóhannes okkum brummurnar (arrestina),sum var í sama húsi, tá fekk eg stóra respekt fyri Jóhannes, eg helt hann tó verða ein hugnaligan mann. Nú kemur tað glimti sum setti minni í gongd. Ein dagin eg var umborð á Stelluni og gjørdi nakað sum eg ikki skuldi gerða; siga menninir mær frá Jóhannes sum kemur oman eftir kajuni. Eg kom beinan vegin at hugsa um brummuna og hvussu Jóhannes plaga at rasla við liklunum í lummanum; hvat var nú at gerða? jú ein tunna við ongum loki lá har a dekkinum, eg skundaði mær og kreyp inn í tunnuna og lá har og krogvaði meg; hvussi leingi veit eg ikki ; tí nú strekti minnisglimti ikki meira.