søndag den 2. januar 2011

Mureldur

Nú vit hava havt baði jólaperir og fýrverk, komi eg at minnast, tá ið eg sum smádrongur,  firstu ferð var varur við nureld. Tað var í mirkri norðuri í Hvannasundi og menn kastaðú nót. Har nakað serligt hendi, var eg altíð nakað nær. Vóru neistanir og gløðurnar eg sá í taranum heilaspuni, so er tað tann vakrasti heilaspuni ein kann hugsa sær. nei tað var ikki heilaspuni, men mureldur. Har var mureldur so tað forslóg, tarin í fjøruni, nótin, seiðurin sum var í nótini og sjálvt menninir lýsti og blunkaðu í øllum litum, blátt. grønt, reytt, violett ja allar møguligar og ómøguligar litir. Mureldur kann verða so ótrúligur, og gevur ikki jólaperum og fýrverki nakað eftir í vakurleika

Ingen kommentarer:

Send en kommentar