Undir seinna veraldarbardaga var eg ikki í Klaksvík tað ringastu bomitíðina 1942 og1943. Ì 1944 komu vit aftur til Klaksvíkar. Tá høvdu vit við sama lag vitjan av tískum flúgvarum av og á. Tað einu ferðina varð eg mitt í eldinum. Tað var einastu ferð eg var rattiliga bangin. Eg var staddur niðri í fjøruni millum bedingina og Kósina. Har sá ikki soleiðis út sum nú. À Kósini lógu tveir armerðair trolara,tað vóru trolara sum høvdu kanón framman og við síðuna á styrhúsinum á baðum siðum,høvdu teir nakað,hvat tað kallaist veit eg ikki, tað var eitt lítið torn,og í torninum vóru fleiri smáar kanónir eini 6 ella 8 tær peikaðu allar sama veg. Meðan eg gangi har niðri í fjøruni hoyri eg ein flúgvara hyggi upp, har var einki at síggja, men inn eftir Pollinum kemur ein flúgvari, hann var so lágt at eg sá hann undir luftbrúgvunum sum tá vóru á kósini. Flúgvarin hevði beina kós móti teimum armerðaðu trolarunum og mær, sum gekk har niðri í fjøruni, at renna undan nittaði lítið. Tá ið flúgvarin nærðkaist trolarunum fór hann at skjóta,tað sama gjørdu trolarnir. Flúgvarin var so lágt at hann mátti taka seg upp, fyri at verða leysur av luftbrúgvunum á Kósini og mastrunum á trolarunum, skoti var øðuligt. Tá ið flúgvarin narðkaðist har sum eg var sá eg hvussu kúlirnar spruttaðu í sjógnum og skramblaði millum smágróti í fjøruni umleið 10 meter frá mær. Kanónir vóru baði á Gørum og á Selheyggi men flúgvarin fór so lágt heim eftir vágni at teir kundu ikki skjóta fyrr hann var komin niðan á Borðoyavík,so tað hendi ikki tað stóra.
Hetta hevði so stóra ávirkan á meg at teir nastu dagarnar vantaði eg at flúgvari fóru at koma undan hvørjum húsahjørni
søndag den 10. juli 2011
fredag den 1. juli 2011
Skriget
![]() |
Kunnu vit skilja millum terapi og religión? Religión gevur samleika og avgerð fatanina av verðuleikanum.
Tey sum søkja terapi eru í krisu. Tann terapeutiska viðgerin kann hjálpa til størri sjálvsálit,sjálvsviri og vinna á krisuni. Terapi er meir enn teknikkur,tað er eisini eitt møti millum eitt menniskja í krisu og ein karismatiskan terapeut.
Tá ið sálarrøktin eisini er eitt líknandi møti kann munurin á terapi og religión verða nakað flótandi.
Terapiháttirnir baði kropsligir og kognitivir hava troka seg inn á plássi hjá religión og sálarrøkt. Marki millum hesi baði og so terapi er nastan vekk.
Teir nyggju terapiháttirnir vilja ofta formidla eina religiøsa hugsan eina holistiska fatan av Alheiminum
Inspirera av søknarpresti Johannes Sanggaard
Nirvana
- Fyrr tá droymdi eg at eg var ein summarfuglur. Eg fley glaður rundt tonkti ikki nakað anna enn at verða ein summarfuglur
Nú føli eg djúpa tøgn innan í mær
Eg sveimi rundt í rúminum einki minni
Tann gudagivna sálin hevur vunni
Sveimi rundt í einkisleika
Eg sansi ikki longur sorg ella gleði
Lívsins tungu byrar tyngja meg ikki
Eg føli ikki hatur ella kærleika
Føli bara innan í mær eydnuríkan frið
Eg sveimi rundt í rúminum einki minni
Tann gudagivna sálin hevur vunni
Sveimi rundt í einkisleika
Eg sansi ikki longur sorg ella gleði
Lívsins tungu byrar tyngja meg ikki
Eg føli ikki hatur ella kærleika
Føli bara innan í mær eydnuríkan frið
Abonner på:
Opslag (Atom)