torsdag den 23. december 2010
Brim
Eg gekk í skúla í 2 ár
norðuri á Oyruni; skúlin stendur við síðuna av kirkjugarinum og
oman fyri Flatastein. Frá Flatasteini og suður móti Hógabakka
kann verða væl av brimi, alt eftir veðurlagnum Eg var hutikin av
briminum, var ofta niðri í fjøruni í fríkorterunum,
og hugdi eftir hvussu
langt aldurnar kundu koma niðan og hvussi tær so drógu oman aftur.
Tá var tað so eg fór at stuttleika mær við at renna undan brimi,
vita hvussi langt eg kundi koma oman, tá ið tað dróg út, fyri so
at renna undan tá ið aldurnar komu niðan aftur. Eg bleiv ofta
vátur um føturnar; so hendi tað eisini, at eg kundi blíva vátur
meira enn um bara føturnar, og eg helt tað verða stuttligt. At
koma aftur í skúlastovuna var ikki so stuttligt og tá helt
lararindan sum var Anna Djúrhus tað var best at eg fór heim at
skifta klaðir
onsdag den 22. december 2010
mandag den 20. december 2010
Liggjandi gestir í Fossá
Tá ið eg nú las innleggið á fb , hjá Hans Arna havi eg hug at siga frá, tá eg og alt fólki á Oyruni gisti norðuri í Fossa.
Undir krígnum vóru fólk eisini bangin fyri minum. Tað fóru fleiri minur gjøgnum Sundi. Eg minnist Mammu siga frá, hon stóð við køksvindeyga og sá eina minu koma gjøgnum Sundi, hendan minan var óvanliga nær landi og ikki var langt frá har, sum vit búgu og oman á sjógv. Har var eisini ein oyra út á Sundi, sum var undir á flóð,hon vantaði heilt vist at minan fór at taka í botn og bresta, men minan tók ikki botn og fór norð gjøgnum Sundi. Hetta gjørdi at mamma fekk skrekk fyri minum.
Veðrið var ofta ringt tey fyrru kríksárini . Ein dagin tað var av ringasta veðrið og allir menninir í bygdini stríddist at surra bátar, neyst og hjállar fyri teir ikki skuldu fara í luftina. tá komu boð í øll húsini, at 5 minur ja fimm minur vóru at síggja sunnan fyri Sundi, og tann heimasta var út fyri Hógabakka, Eg hevði ikki skil fyri at vera bangin, men mamma var ógvuliga bangin og nú fór eisini at skýma. Vit brutu okkum út í stormin, regni og mirkri og hildu
leiðina norð til Fossa á leið 2 km at ganga. Tá ið vit hugsa um ódnarveðrið og at vit sistkini vóru smábørn Karin var 10 ár eg var 7 og Malan hevði tkki filt 4ár, mátti hetta verða ein torfør ferð.
Tey norðastu húsini á Oyruni var hjá Kaŕl og Ingeborg so har var langt sum ongi hús vóru. einasta ljós vit høvdu var ein flagermús og hon mátti ikki sløkna, og tá ringast stoð til endaði hon undir skjúrtinum hjá mammu,tað einu løtuna tá ið stormurin var upp á tað harasta, sótu vit í einum gili og bíðaðu til tað bleiv eitt sindur betri. Eftir tógvi stríð komu vit so norð til Fossa, har var longu nógv fólk. Ì niðara enda á húsinum var stova, har vóru øll smábørnini á Oyruni samla. Stovan var ikki stór so tit kunnu atla at børnini lógu tøtt Tað bleiv lítið sovi tað náttina.I roykstovuni segði Sàmal Christiansen vanliga kallaður Hammer frá søgum, tað dugdi hann væl.
Vit fóru heim aftur dagin eftir , hvat minurnar blivu av veit eg ikki.

fredag den 17. december 2010
Kvinnan við visdóminum
Undir seinna veraldagarbardaga á heysti 1941 bleiv fyrstu ferð bomba i Klaksvík, eg var 6 ár gamal og var farin í skúla í august. Fólk rímdi nógv úr Klaksvík, vit fóru norður á Oyruna, tað bleiv bygdin ”Nordepil” kalla tá ið tíðini. Abbi atti eini rímuliga góð hús har sum stóðu tóm hann búði hjá einum mammubeiggja mínum, so har var lag á manni hjá okkum at búgva. Eg gekk so í skúla 2 ár har norðuri. ”Universiteti” sum onkur hevur nevnt tann skúlan. Mamma sum var uppvaksin har norðuri kendi alt fólkið og var ofta á gott og vitjaði, stundum var eg við henni. Her er tað sum eg vil siga frá. Eitt
fyribrigdi sum gandir var ikki útdeygur tá, veit ikki um hann er tað enn, so tað vóru kvinnur ja serliga kvinnur sum skuldi duga meir enn at mata seg. Eg minnist eina sum tosaði nógv um gand hon kallaði tað vísdóm. Hon segði frá at tað hevði veri nógvur vísdómur har í húsinum, men ein har í grannalagnum hevði stjoli vísdómin og ikki bar til at verja seg fyri honum, hann dugdi eisini nakað. At lasa hjalpti ikki, tí hann kundi koma inn gjøgnum sprekkur í vegginum. Orðini og tað serliga tónalag hon brúkti stendur so klárt fyri mær sum kundi tað veri í dag .

Tað eru nú 70 ár siðan eg upplivdi hetta sum eg her havi sagt frá. Tað var tað gamla ------ so kemur tað nýggja. Eg lurti ofta eftir kristuligum sendingum í radio, har brúka kvinnunar ofta orð og tónalag sum gerð at eg føli sum um eg hoyri kvinnuna við vísdóminum sum eg var í stovu saman við fyri 70 árum síðan so líkar eru tær í orð og tónalag
Tað má so verða nærliggjandi at hugsa at tað má verða sami andin sum kemur ivir tær karismatisku og so kvinnuna sum hevði trúgv á sín visdóm
torsdag den 16. december 2010
Her eri eg
At blogga tað gera vit tí vit hava hug at skriva, og ikki beinleiðis fyri at skriva eina dagbók; tað kan verða stuttligt at fáa ein kommentar av og á, so ein veit at onkur lesur tað ið verður skriva. Bara vísa at onkur hevur veri har. tó ikki so einshátta sum "synes godt om " á "fb"
søndag den 12. december 2010
Nú eru sporini blivin tyngri
Rosen er rød min ven. Blå er forglem-mig-ej. Liljer er skønnest. Men der er ingen blomst som dig
Bjørn Tideman úr enskum
Abonner på:
Opslag (Atom)