Frá "brick-genius" til "wii" Broytingin er stór. Tað er ringt at fylgja við og "wii" kann eisini verða stravið
tirsdag den 12. april 2011
Telduspøl
Frá "brick-genius" til "wii" Broytingin er stór. Tað er ringt at fylgja við og "wii" kann eisini verða stravið
torsdag den 17. februar 2011
Øsing
Man tað ikki verða ein psykologisk mekanisma, sum gerð at tá ið fleiri fólk hava somu uppfatan av tilverðuni, meir sannheit halda tey tað verða.
At limirnir í einum hópi kunnu eggja og øsa hvønnannan, so at tey koma á teir mest irratiunalu tankar og heilt út av balansa. Tað hendir ofta. Ein flokkur vil altíð verða meir enn summin av limunum
At limirnir í einum hópi kunnu eggja og øsa hvønnannan, so at tey koma á teir mest irratiunalu tankar og heilt út av balansa. Tað hendir ofta. Ein flokkur vil altíð verða meir enn summin av limunum
mandag den 14. februar 2011
Israel and New Breed with Hillsong - Say So
"
"SAY SO" Her eru nógvar endurtøkur. Eri ikki stinnur í enskum; men hvør er tað tey lovsingja? Lovsangurin er kanska mest fyri at koma í ekstatiska tilverðu? Tað er hann í øllum førum góður til.
"SAY SO" Her eru nógvar endurtøkur. Eri ikki stinnur í enskum; men hvør er tað tey lovsingja? Lovsangurin er kanska mest fyri at koma í ekstatiska tilverðu? Tað er hann í øllum førum góður til.
onsdag den 2. februar 2011
Smiðan
Sum smádrongur var eg ofta niðri á bedingini, vit búðu bert eitt hanagleiv harfrá. Har niðri var tað grovsmiðjan, sum hugtók meg mest. Ì grovsmiðjuni formaðu smiðirnir tað ráða jarni til tann lut sum skuldi brúkast. Eg minnist Argja Magnus og Suroyar Johann, nøvnini ljóða ikki serliga Klaksvíkst, men eg haldi teir vóru baðir blivnir Klaksvíkingar við stóra K. Hesir baðir (Magnus og Jóhann) vóru nógv í grovsmiðjuni og teir vóru altíð blíðir við smádreingir, sum komu at hyggja. Eg var ógvuliga hutikin av, hvussi teir tóku tað gløðandi jarni úr tí opna eldinum (kalla essa) og smíðaðu tað á anboltinum við størri og smarri sleggjum til tey mest vøkru brúksting. Nú á døgum er tað minni sum verður smíða í eldi, men heilt vekk er tað ikki.
onsdag den 26. januar 2011
Ànilsi
Ànilsi
er ein óskiljandi varhugi, um nakað sum er hent, ella fer at
henda. Tað óskiljandi er at ánilsi ikki er umhugsa; men kemur sum
eitt innskot í bevidstheitina . (Føroyska orðabókin á
netinum sigur at ánilsi merkir veikt lýsi) eg meini at tað
merkir nakað meir. Hvørji eru so tey, sum hava hesi evnir. Ì
bókini útrógur í Klaksvík 1845 til 1945 skrivar Robert Joensen
um útrogvaformenn, sum vistu meir um veðrið enn nakar kundi droymt
um. Teir hoyrdu ikki veðurforsagnir men eygleiddu natúrina og so
var tað anilsi, sum kundi siga teimum tá ið vandi var á ferð. Sum
stórur smádrongur var eg nógv á brúgvunum har sum útrógvabátar
og menn hildu til; hesir menn tosaðu ofta um anilsi. Kanska ánilsi
var serlig millum útrógvaformenn. Seinni kom eg saman við fólki
sum høvdu ánilsi. Tað var sjálvsamt, sum tey vóru før fyri at
taka røttu avgerðir á røttum stað.
Ikki fyri at undirmeta skúlar og tað larda fólki; men ofta tá ið serfrøðingar koma við revulitionerandi nýggjum, kan onkur av tí javana arbeiðsfólkinum á gólvinum hava havt anilsi um hetta sama í fleiri ár.

mandag den 24. januar 2011
Aldurnar
Aldurnar fara rullandi eftir havinum, einaferð koma tær so móti landi. Tá var tað ein lítil alda, sum fór at gráta.
Ein stór alda har í nærheitini spurgdi hana hví hon græt; jú segði hon,vit síggja brimi upp á landi og vit fara nú at sorlast har inni. Grát ikki lítla mín,vit eru ikki bara aldur, vit eru alt havið.
Hvat siga vit til tað ?
upprunan til aldurnar havi eg lant.

onsdag den 19. januar 2011
Dj Tiesto - Trance sensation
At lurta eftir tilvitanarvíðkandi tónleiki er blivin ein lidenskapur. Set sjónvarpið á "GOD chanel". Serliga seinnapartin av náttini. Tú hoyrir suggiserandt tónleik, sær hvussu fólkini hoppa og dansa, veipa yvir høvdi við ørmunum, vrýggja við kroppinum og ganga og slenka aftur og fram millum stólarnar. Visualisera teg inn í tað sum hendir, og tú blívur berúsaður ella kemur í trance. Er ein sensetivur, kan ein sveimi á ljósareyðum skýggjum. Læra evangelistana kemur ikki til hugs í ekstasuni. Sansi bara ljóði og suggesiónina. ------------ Hetta var tilvitanarviðkandi lovsangur á høgum støði.
Abonner på:
Opslag (Atom)