onsdag den 19. januar 2011
Dj Tiesto - Trance sensation
At lurta eftir tilvitanarvíðkandi tónleiki er blivin ein lidenskapur. Set sjónvarpið á "GOD chanel". Serliga seinnapartin av náttini. Tú hoyrir suggiserandt tónleik, sær hvussu fólkini hoppa og dansa, veipa yvir høvdi við ørmunum, vrýggja við kroppinum og ganga og slenka aftur og fram millum stólarnar. Visualisera teg inn í tað sum hendir, og tú blívur berúsaður ella kemur í trance. Er ein sensetivur, kan ein sveimi á ljósareyðum skýggjum. Læra evangelistana kemur ikki til hugs í ekstasuni. Sansi bara ljóði og suggesiónina. ------------ Hetta var tilvitanarviðkandi lovsangur á høgum støði.
fredag den 14. januar 2011
Hon skuldi heim at vitja
Tað hevur ikki altíð verði so latt at ferast millum bygdir, sum tað er nú. Ì 1950árunum var tað Imanuel,sum sigldi til bygdirnar eystan fyri Múlan.Eg minnist serliga tað einu fer Jórun skuldi út til Hattarvík. Vit vóru tá komin at kennast og eg fylgdi henni á brúgvina hjá Olaf, tað var tíðliga so tað var myrkt. Hon kom umborð og tey fóru avstað

Silgt var norð gjøgnum Haralsund, lagt var at í Haralsundi, síðan norð fyri múlan. Fyri Múlanum rullaði nastan altíð; við Múla bygd bleiv róg í land, so yvir undir Leiti har bleiv lagt at. Silgt var suður gjøgnum Sundi,lagt var at baði á Oyruni og Hvannasundi. Síðan gekk leiðin út til Svínoy, har bleiv lagt at við Eiði.
Nú var bara Fugloyggin eftir. Tað rullaði illa um Fugloyarfjørð, so tað bleiv nakað av sjóverki. Komu so út undir Fugloynna, men har var so nógv brim, at ikki var hugsandi um at koma í land. Nú var sind í Jórun.
So var bara eitt at gerða og tað var at fara aftur ti Klaksvíkar. Imanuel kom aftur á Klaksvík klokkan 07 um kvøldi; tá var aftur vori myrkt.Stakkals Jórun hon hevði siti umborð í 12 tímar, var, vát, køld og svong
![]() |
søndag den 9. januar 2011
Minnisglimt
Surfaði á netinum og kom fram á hesa myndina, sum gav minninum hjá mær eitt skump. Millum hesar menn umborð á Stellu Mariu (Stelluni) havi eg míni allar fyrstu minnir.Pápi mín var skipari á Stelluni øll 1930 árini tá ið hon var heimahoyrandi í Klaksvík, eg eri frá nov. 34. Tey fyrstu minnini tá ið eg var umborð við pápa eru bert í glimtum.
Jóhannes hjá Luciu sum hevði siglt nógv úti við teim stóru seglskipunum var maðurin sum legði klaksvíksingum lag á hvussi teir skuldu brúka rigning og segl á teim stóru skonnartunum við trimum mastrum. Eg meini eisini hann var maðurin sum førdi Stelluna upp frá Frankaríki.
Tá ið vit koma til mína tíð við pápa umborð Stelluni, var Jóhannes havnafúti, einaferð eg var við pápa inni á havnakontórinum, vísti Jóhannes okkum brummurnar (arrestina),sum var í sama húsi, tá fekk eg stóra respekt fyri Jóhannes, eg helt hann tó verða ein hugnaligan mann. Nú kemur tað glimti sum setti minni í gongd. Ein dagin eg var umborð á Stelluni og gjørdi nakað sum eg ikki skuldi gerða; siga menninir mær frá Jóhannes sum kemur oman eftir kajuni. Eg kom beinan vegin at hugsa um brummuna og hvussu Jóhannes plaga at rasla við liklunum í lummanum; hvat var nú at gerða? jú ein tunna við ongum loki lá har a dekkinum, eg skundaði mær og kreyp inn í tunnuna og lá har og krogvaði meg; hvussi leingi veit eg ikki ; tí nú strekti minnisglimti ikki meira.
torsdag den 6. januar 2011
Plakatin hja FBI agentinum "Fox Mulder"
Hava vit í dag onnur
prógv uppá kontakt við rúmverður, enn trúgvin á at tær
finnast?
Andalig fólk, sum vísa seg at verða heilt normal; kunnu tó hava tær mest irrationalu fatanir av tilverðuni
Andalig fólk, sum vísa seg at verða heilt normal; kunnu tó hava tær mest irrationalu fatanir av tilverðuni
Rangfatan, suggetión,
meditatión, ekstase, transe og hypitinose, hava stóra ávirkan á
fólk,------- "Enn eru vit ikki komin nærri verðuleikanum enn
Fox Mulder"
søndag den 2. januar 2011
torsdag den 30. december 2010
Àrsskifti 2010 - 2011

Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og gamalt vinalag,
hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og mangan góðan dag.
Fyri mangan góðan dag, ið var,
drekk nú eitt glas við mær,
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var.

Vit runnu upp í brekkurnar,
har blomstur vaks og ber,
men síðan var mangt sporið tungt
í tíð, sum farin er.
Vit spældu allan dag við skipog floyttu eftir á,
men leingi vítt og vágvilt hav
ímillum okkum lá.
Her rætti eg tær bróðurhond,
og rætt tú tína mær,
vit bera glas at munni so
og minnast tíð, ið var.
Tú koksast ikki, vinur mín,og eg skal fylgja tær,
vit tøma báðir brøðraskál
og minnast tíð, ið var.
tirsdag den 28. december 2010
Teir stóru tangarnir av Kópagørum
Ì
millum bygdina á Oyruni og Fossa, er eitt stað sum nevnist
Kópagarar, har var ein hvalastøð fyrst í 19 hundra talinum. Sum 7
ára gamal kundi eg ofta verða heilar dagar har norðuri og
hyggja at loyvdunum, sum enn vóru at síggja. Restirnar av einari
trað-atløgubrúgv var har, og ein í mínari verð gigantiskur
skorsteinur lag har, har vóru eisini fundamentir til spøl og
maskinur, ja har vóru eisini grundir til hús. Abbi mín hevði
arbeit har norðuri í sínari tíð, og hann segði mær ofta frá,
hvussi lívið og arbeiði gekk fyri seg har á staðnum.
Frasagnirnar frá abba skundaði undir mín fantasið, so eg kundi
nastan síggja arbeismennirnar ganga har, millum hvalir, tunnur,
spøl hús og tangar. Har lógu eisini 2 tangar sum søgan nú kemur
at snúgva seg um, Tangarnir vísti seg fyri mær at verða øðuliga
stórir.
Nú
var tað soleiðis at fyrstu ferð bomba var í Klaksvík var kajin
rakt, hon fór tvørtur av og sluppin Fugloy, sum lag har sakk. Hon
hevði ligi eina tíð á botni og nú skuldi hon takast upp aftur,
til tað endamáli skuldu teir stóru tangarnir av Kópagørum
brúkast. So ein dagin kemuu bátur úr Klaksvík, ”Viglant”
kallaður. Tað var ein hálvstórir norskur útrógvabátur, ein sum
rímdi úr Noreg undan Týskinum. Hann er komin eftir teim stóru
tangunum. Fyri mær vóru tangarnir so stórir at eg helt tað verða
ógjørligt at flyta teir, so eg mátti verða á staðnum og síggja
hvussi hetta fó at ganga. So eg av húsum og til gongu norð á
Kópagarðar. Tað hevði veri gott kavaveður í fleiri dagar, men
hendan dagin var fari at lota lágt og blot var kmomi í kavan. Menn
komu í land frá Viglant at tetta tangarnar, so sum manhol og aðrar
gløgnumføringar, tangarnir máttu verða tattir, tí teir skuldu
sleipast til Klaksvíkar, hetta vísti seg fyri mær at taka langa
tíð, og ikki kundi eg fara heim aðren tangarnir vóru komnir á
sjógv. Eg minnist væl hvussi ógvuliga kaldur eg var um føturnar,
Endaliga vóru tangarnir komnir á sjógv og Viglant fór spakulig
sleipandi við teimum norð eftir Sundinum.
Nú
var blivi mirkt og veðrið var blivi meir ruskut. Hetta bleiv tó
hildi at verða ein lítil fyrimunir; tí í dagslýsi og góðveðrið
kundi týskir flúgvara sum ofta vóru at síggja ivir oyggjunum,
gerða Viglant við teim stóru tangunum til bombumál. So visti eg
ikki meir um Viglant og tangarnar á hesum sinni.
Eg
kom so til hús vátur svangur og ógvuliga kaldur.
Her
kemur so annar partur av søguni. Tað bar soleiðis til at eg í
mínum vaksna lívið, kom at verða nógv saman á skipið við
Gullak Hansen Gulak hjá Kristian Magnus. Un borð á skipið verður
nógv fortalt og tosa, og einaferð eg segði Gullak frá Viglant og
teimum stóru tangunum á Kópagørum,sigur hann (Gullak) at hann var
við Viglant tann túrin á Kópagørum eftir tangunum,
Nú
lá væl fyri hjá mær at fáa seinna part av søguni um tangarnar,
hon er ikki minni áhugaverd. Gullak sigur frá: Tað var myrkt og
væl av vindi og tað regnaði illa. Norð eftir Sundinum gekk væl,
men Haralsundsfiógvin var ikki lattur at navigera, nú var vindur og
regn ímóti, so ein fekk ikki eyguni upp. Radari var eingin og
heldur ikki ekkolod; báturin var heldur ikki góður at styra við
teim stóru tangunum. So endin var at teir sigldu á land sunnan fyri
Skarð.
Báturin
við tangunum kom at standa pura fastur teir kundu ikki sleppa út
aftur og heldur ikki koma í land. Jóan Jakup av Viðareiði var
skipari og Jakup Mouris Olsen var ein av manningini, hann helt seg
til at svimja í land, og renna til Haralsund eftir hjálp, hann so
gjørdi og fór at svimja móti landi. Jóan Jakup av Viðareiði
stóð frammi á bógnum, helt aðra hondina upp fyri eyguni sum
verju móti regni og vindi, lítir inn móti landi og sær bert
nakkan á Jakup Mouris og segði tá tey háfloygdu orðini ”Ja
góði enn svimur hann ”
Jakup Mouris svam í land, klintraði upp á bakkan og
rann heim til Haralsund í kola myrkri. Hetta var eitt satt bragd.
Haraldssundsmenn vóru skjótir, komu norð við útrógvabátinum
Brimnes, fingu Viglant og tangarnar leysar frá landi, og nú fór
Brimnes at sleipa annan tangan so tað bleiv lattari at stýra, men
nú var tangin sum Brimnes sleipaði farin at leka, og tá ið teir
komu suður í trongan sakk tangin. Har var einki at geråa, teir
sleptu endanum, tí annars kundi tangin drigi Brimnes niður við.
Eftir togvi stríð kom annar tangin til Klaksvíkar. Fugloyggin
bleiv tikin upp, bleiv umvald og modernisera, og sigldi nógv ár
eftir hetta
Abonner på:
Opslag (Atom)









